Løgmaður vildi heldur lækka tingmannatalið

Tað hjálpir, tá fjølmiðlar støð­ugt vísa á eitt nú órættvísi í pol­itisku skipanini ? og at fjøl­miðl­ar­nir koyra undir til tess at fáa pol­i­tik­ar­ar at broyta kor­r­um­p­er­að­ar skip­an­ir, so sum skattafríu koyri­peng­ar­nar til pol­i­tik­ar­ar og sup­er­pen­sjón­ina, sum pol­i­tik­ar­ar hava játtað sær sjálv­um.

Vit í Miðlahúsinum kenna tað sum sigur fyri fólk­a­ræð­ið, um kjak­ið, sum birt­ist í okk­ara miðl­i­num, nú før­ir til at hesi ó­dem­o­kra­t­isk­u ser­rætt­indi hjá pol­it­i­k­ar­um verða avtikin.
Sjálvt løg­maður er nú kom­in upp á betri tank­ar og sig­ur seg nú vilja javn­seta pol­i­tik­ar­ar ­við fólk ann­ars, tá tað kem­ur til pen­sjón og koyr­i­peng­ar.
Men hetta eru nýggir tón­ar.
Tá vit í Miðlahúsinum vildu hava løg­mann at siga sína hugs­an um hesi við­ur­skifti á sumri í 2010, helt hann einki um til­tøk sum at lækka løn­ir­nar hjá ting­fólki.
– At Før­oya Løg­ting skal vera mann­að við 33 tinglimum er alt ov nógv, segði hann. Stóð tað til hann, vóru 10 ting­fólk færri.
– Álvaratos altso, er tað neyð­ugt at hava 33 ting­lim­ir at stýra Før­oy­um, spurdi løg­mað­ur.
Sjálvur helt hann, at eitt tin­g­mann­­atal upp á 23 var hósk­andi fyri eitt samfelag sum tað føroyska.
– Skulu vit tosa um at spara, vildi eg per­són­liga nógv held­ur við­gjørt spur­n­ing­in um at lækka ting­mann­a­tal­ið, enn eg eri sinn­að­ur at við­gera spurn­ing­in um at lækka lønirnar, segði løg­maður.
Fyri fólk­aræðið er tað ein sig­ur, um pol­it­ik­ar­ar­nir nú – við løgmanni á odda – ganga í seg sjálvar og siga frá sær hesi korrumperandi fram­í­hjá­rætt­indi, sum teir hava fingi­ð sær. Gera teir ikki tað, miss­ir fjøldin alt álit á pol­it­ik­arar og politisku skip­an­ina.