Løgmaður vil ikki svara

Hóast tað er prógvað, at løg­­mað­­ur hev­ur sagt ósatt um tap, sum parta­fel­øg hjá hon­um hava givið tí al­menna og øðr­um tap, so held­ur hann fram við at flyta fok­us í máli­­­num um húsa­gang­in hjá teim­um fimm parta­fel­øg­­u­num, sum hann hevur varð­að av, og sum hava givið øðrum tví­siffr­að mill­­­i­ón­a­tap – eitt nú Bank­Nord­ik, sum hev­ur mist 13 mill­i­ón­ir krón­ur.

Fyrr­a­dagin royndi løg­mað­ur soleiðis at gera til eink­is tað, sum Sosialurin hevði skri­v­að við at briksla, at: »hevði okkurt verði rætt sum hann skrivaði hevði tað verði stuttligari at lisið.«
Løgmaður fekk tá nakrar kon­kretar spurningar, eitt nú um tað var ósatt, at Bank­Nor­d­ik hevði mist 13 mill­i­ón­ir, og um tað heldur ikki pass­ar, at Taks hevði mist slak­ar 200.000 krón­­ur upp á SP/F Sis­ero, so sum rætturin hev­­ur stað­fest 21. september í 2009 – og aðrar konkretar spurn­ing­ar.
Hesum svaraði løg­mað­ur ikki. Men hann himprast ikki við at sleingja pá­stand­ir út, sum hann hvørki kann prógva ella und­ir­byggja.
Tað er ikki sørt ó­frætta­kent, at landsins leiðari førir seg soleiðis fram. Hetta er ein trup­ul­leiki fyri løgtingið – og ein á­lit­is­trup­ul­leiki fyri alla ta pol­it­isku skipanina sum heild.
Tann einasti, sum kann greiða fløkjuna, er løgmaður sjálv­ur. Ger hann tað ikki, kundi Løgtinið álagt honum at skjal­prógva, at hann ikki hev­ur givið landinum og ørð­um tap av sínum vinnu­virk­semi.