Tinglimir úr samgonguni sleppa ikki at atkvøða fyri einum uppskoti um at
bryggja sterkt øl í Føroyum.
Tað er greitt eftir orðaskiftið í Løgtinginum í morgun, tá ið Høgni Hoydal
vildi hava at vita frá løgmanni, um tinglimir í samgonguni fáa frælsi til at
atkvøða eftir sínari sannføring, nú uppskot er lagt fyri Løgtingið um at
loyva føroyskum bryggjaríum at bryggja rúsandi løg, sum er sterkari enn
5,8%.
Tjóðveldið heldur, at vit hava brúk fyri nýggjum vinnum og arbeiðsplássum og
tey halda, at føroyskt vinnulív er fyri mismuni, tá ið vit ikki sjálvi
sleppa at framleiða tað, sum kortini er loyvt at innflyta.
Tí við tí støðu, sum vit hava í dag, verða arbeiðsplássini ikki skapt í
Føroyum, men í Danmark og aðrastaðni og vinningurin liggur ikki eftir í
Føroyum, men hjá útlendskum handilsfólkum.
Kaj Leo Johannesen sigur, at onki er niðurfelt í samgonguskjalið um at
broyta rúsdrekkalógina.
Men samgongan hevur avtalað, at koma uppskot frá andstøðuni, sum bera á tann
bógvin, skuldi tað viðgerast í samgonguni, sum so skuldi finna eina felags
støðu til málið.
Tað er ongin loyna, at tinglimir í samgonguni við við Jógvani á Lakjuni á
odda, hava beinleiðis niðurlagt veto fyri einum uppskoti um at geva loyvi
til at bryggja sterkt í Føroyum.
Sostatt er málið blokerað í samgonguni og
Løgmaður boðaði frá, at tað fór
hann at virða, sjálvt um hann sjálvur tekur undir við uppskotinum.
Men hann hevði eisini eina ábyrgd fyri landinum og hann fór ikki at lata
nakrar øl koma í vegin fyri tí.
Tí gangi eg út frá, at kemur eitt slíkt uppskot um at bryggja sterkari í
Føroyum, fer samgongan at atkvøða tað niður, segði Kaj Leo Johannesen
Hann legði tó afturat, at formliga er málið ikki viðgjørt í samgonguni enn.
- Tað hava vit lovað hvørjum øðrum og tað hava vit skyldu til, legði hann
afturat.
Hann hevði illgruna um, at uppskotið er mest lagt fram fyri at elva til
rumbul í samgonguni.
Annars vóru tað fleiri tinglimir, bæði úr samgongu og úr andstøðu sum hildu,
at Tjóðveldið mátti havt okkurt frægari boð upp á at bøta um vinnumøguleikar
og arbeiðsloysistølini enn at bryggja sterkt.









