- Vit vilja gjarna byggja nýggjan studentaskúla í Marknagili. Men innihaldsliga skulu vatntøtt skott setast ímillum studentaskúlan og hinar skúlarnar, tí studentsútbúgvingin riggar sera væl í dag.
Soleiðis segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, á veljarafundi í auluni á studentaskúlanum á Kambsdali týsmorgunin.
Nógv fokus hevur verið á júst Javnaðarflokkinum viðvíkjandi spurninginum um, hvar ein nýggjur studentaskúli í Havn skal liggja, tí Javnaðarflokkurin hevur verið einasti flokkurin, sum hevur verið ímóti at gera studentaskúlan í Hoydølum til part av skúladeplinum í Marknagili, sum í dag umfatar Tekniska Skúla og Handilsskúlan.
Hetta skrivaði Sosialurin í seinastu viku, tá allir flokkarnir á tingi vórðu spurdir, hvar nýggi studentaskúlin skal liggja. Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum var tann einasti, sum segði seg vera part av einum flokki, sum var ímóti eini semju um at byggja nýggjan studentaskúla í Marknagili. Og allir hinir flokkarnir søgdu tá, at Javnaðarflokkurin hevur higartil forðað fyri eini semju.
Nýggjar útsagnir frá C
Men síðani tá eru fleiri aðrar útsagnir komnar frá Javnaðarflokkinum, og tað kundi bent á, at flokkurin ikki er samdur um spurningin. Bæði javnaðarvalevnini Helena Dam á Neystabø og Eyðgunn Samuelsen gjørdu eftir í lesarabrævi í seinastu viku vart við, at Javnaðarflokkurin ikki skal liggja í buktini fyri nýggjum studentaskúla, og síðani segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at tað ikki kemur upp á tal, at nýggjur studentaskúli skal byggjast í Hoydølum, tí tað gongur ímóti byggisamtyktini hjá Tórshavnar kommunu.
Og nú hevur floksformaðurin so sjálvur melda út á veljarafundi á Kambsdali týsmorgunin, at Javnaðarflokkurin vil hava nýggjan studentaskúla í Marknagili. Ein ætlan, sum Javnaðarflokkurin annars var ímóti sambært Kristiani Magnussen í seinastu viku. Og sum flokkurin sambært øllum hinum flokkunum eisini hevur verið.
Javnaðarflokkurin hevur eisini skrivað í tíðindaskrivi í vikuni, at “fyri at rudda allan iva burtur, skal Javnaðarflokkurin gera greitt, at flokkurin fult og heilt stuðlar ætlanini at byggja nýggjan studentaskúla í Havn”. Men tað er einki nýtt. Knúturin er, júst hvar í Havn skúlin skal liggja, og tað sigur tíðindaskrivið einki um.
Løgmaður legði dent á, at uttan mun til, hvar skúlin skal liggja, eigur skipanin innihaldsliga at varðveitast, sum hon er í dag, har skúlarnir framhaldandi skulu virka sum
sjálvstøðugar eindir.