Løgmaður vil fegin hava Høgna Hoydal at stevna, ella at leggja málið um skrivstovuna fyri landsstýrismálanevndina.
-Orsøkin til at Tjóðveldið varð tveitt úr samgonguni, var ikki ein skrivstova, men tað var tí, at eg hevði mist álitið á honum, sigur Jóannes Eidesgaard - Lat meg gera púra greitt, at Tjóðveldi varð sagt upp av politiskum og ikki av formalistiskum orsøkum.
Tað staðfestir Jóannes Eidesgaard, løgmaður einaferð enn nú seinnapartin.
Í tíðindaskrivi beint nú sigur hann, at uttan mun til skrivstovur og alt annað, so snýr málið um uppsøgnina av Tjóðveldinum seg um, at hann, sum løgmaður ikki longur hevur álit á Høgna Hoydal, formanni Tjóðveldisins.
- Tá er bert eitt at gera, og tað er at siga samstarvið upp, sigur løgmaður.
Men hann vísir á, at málið um skrivstovuna var ein týðandi brikkur í spælinum.
Hann sigur, at í botn og grund byggir alt samstarv á álit og er hetta álit ikki til staðar, ber ikki til at samstarva.
- Ber ikki til at samstarva, so ber heldur ikki til at fremja úrslit og náa málum.
Jóannes Eidesgaard sigur, at í hesum føri er talan um, at álitið ímillum hann og Høgna Hoydal hevur støðugt verið niðurbrotið frá byrjan av í samgonguskeiðnum.
- Men vil Høgni Hoydal halda lív í skrivstovumálinum, haldi eg at hann skal leggja sak ímóti mær ella fáa málið sett á skrá í landsstýrismálanevndini.
- Tað vil eg faktisk fegin hava av fleiri orsøkum, millum annað tí at tað hevur staðið á hjá fjølmiðlum og eisini ávísum løgfrøðingum at hava rætta grundarlagið fyri teirra tulkingum.
Nú eru trý løgfrøðilig upprit komin um málið og løgmaður heldur neyvan, at hetta hevur gjørt uppfatanina hjá borgaranum greiðari, kanska tvørtur ímóti.
- Tað er vanlig kent, at tá politiskar grundgevingar tørva, so er rættiliga umráðandi at fáa sett fokus á løgfrøðiligar grundgevingar ? flyta málið úr politiska rúminum og inn í formalitetirnar, sigur løgmaður.









