Løgmaður Anfinn Kallsberg vil als ikki gera viðmerkingar til sáttmálatrætuna millum SEV og Maskinmeistarafelagið.
? Sum støðan er, fái eg ikki gjørt nakrar viðmerkingar til hatta málið, sigur Anfinn Kallsberg stutt og greitt.
Tað vil siga, at løgmaður ikki fer at taka nøkur stig til at loysa trætuna millum SEV og Maskinmeistarafelagið, enn í øllum førum. Tað kundi verið nærliggjandi at hugsa, at løgmaður fór at kalla tingið saman at loysa málið, um Maskinmeistarafelagið velur at taka sínar menn heim, tí hetta hevði havt við sær, at eingin streymur hevði verið í øllum landinum.