Løgmaður viðgerð kæru um uppsagnirnar í heimarøktini

Løgmaður viðgerð kæruna frá Sinnisbata um uppsagnirnar í heimar-ktini, men hvat úrslitið verður, veit hann ikki

Heimarøktin

Løgmaður fer nu at viðgera kæruna, sum Sinnisbati hevur sent honum um uppsagnirnar í heimarøktini.
Sinnisbati hevur kært til Løgmann eftir at tríggir leiðarar í heimarøktini hava sagt upp.
Sinnisbati sigur, at uppsagnir í felag boða frá, at alt ruggar ikki rætt.
Ein av teimum, sum hevur sagt upp er Hilda Viderø, sum var samskipari á sálartfrøðiliga økinum og nú, hon hevur sagt upp, er tað, sum er arbeitt upp á sálarfrøðiliga økinum bumbað fleiri ár aftur í tíðina, sigur Sinnisbati í skrivi til Løgmann.
Tí heitir felagið álvarsliga á Løgmann um at kanna uppsagnirnar.
Og Løgmaður fer nú at viðgerða kæruna.
?Allar kærir, sum Løgmaður fær, verða viðgjørdar, sigur hann.
Men hann veit ikki, nær ein niðurstøða um kæruna verður tikin ella, hvat úrslitið verður. Tí veit hann heldur ikki um hetta gevur honum orsøk til at fara víðari við málinum.
Annars hevur hann ikki fleiri viðmerkingar til málið nú. Men hann minnir á, at talan er um trý fólk, sum hava sagt seg úr starvi og at tað hava tey fullan rætt til, tí vit búgva í einum fríum landi.
Umframt Sinnisbata, hava fimm økisleiðarar í heimarøktini gjørt vart við seg í bløðunum um uppsagnirnar.
Og teir meta støðuna so álvarsliga, at í ringasta føri kann hetta hava við sær, at heimarøktin sindrast.



MYND AV ANFINN KALLSBERG

Løgmaður viðgerð allar kærir hann fær og nú fer hann eisini at viðgera kæruna frá Sinnisbata um umsagnirnar í heimarøktini