Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, fer í morign at seta løgmanni ein munnligan fyrispurning um boðini frá Høgna Hoydal, um at flotin verður lagdur, um eingin nýskipan verður samtykt í ár.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at landsstýrismaðurin á hendan hátt setir landsins virðir upp á spæl og sigur, at løgmaður verður samsekur í hesum, um hann einki ger.
Spurningingar eru tí soljóðandi:
1. Heldur løgmaður, at tað er heimilað landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, at leggja fiskiflotan, tí hann ikki fær undirtøku fyri sínum politikki?
2. Hvat ætlar løgmaður at gera, fyri ikki at verða samsekur, um landsstýrismaðurin ger álvara av sínum hóttanum um at leggja flotan á nýggjárinum?
Bárður á Steig Nielsen sigur m.a. í sínum viðmerkingum, at landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur í seinastuni hótt við, at um hann ikki fær sín vilja í málinum um nýggja fiskivinnuskipan, verður flotin lagdur á nýggjárinum.
- Fyri at gjøgnumføra sín politikk vil landsstýrismaðurin ikki leingja loyvini og setur við hesum landsins virðir upp á spæl. Hetta stríðir greitt ímóti stýrisskipanarlógini og lógini um ábyrgd landsstýrismanna, har tað verður ásett, at landsstýrismaðurin skal sita fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.
Hann heldur, at landsstýrismaðurin hevur eina skyldu til at tryggja landsins virðir.
- Um landsstýrismaðurin ikki hevur eina ætlan klára til, hvat skal henda 1. januar, verður løgmaður noyddur at taka ræði á landsstýrismanninum fyri at tryggja framhaldandi rakstur í okkara høvuðsvinnu, sigur hann og hóttir mest sum landsstýrismannin við at minna á, at bæði løgmaður og landsstýrismaður kunnu revsast, um teir tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á teimum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara. Revsingin fyri hesi viðurskifti er bót ella fongsul upp til tvey ár.
- Um ætlanin hjá landsstýrismanninum verður gjøgnumførd, uttan at løgmaður grípur inn, má roknast við, at báðir verða mettir at hava viðvirkað til gerðina, við at leggja flotan, sigur hann.