Løgmaður vanvirðir Løgtingið

BILL JUSTINUSSEN, Løgtingsmaður fyri Miðflokkin


Sum løgtingsmaður harmist eg um, at Føroyar hava ein løgmann, sum traðkar oman á hægsta valdi í Føroyum, bara tí at 21 tingfólk hava valt hann til løgmann. Fremsta og fínasta uppgáva løgmans er at seta í gildi tær lógir, sum Føroya Løgting samtykkir. Løgmaður er amboð Løg­tingsins at útinna tað vald, sum náttúrliga liggur hjá Løgtinginum. Hesum roynir løgmaður at venda á høvdið, so løgmaður sjálvur gerst lóg­gevari og Løgtingið eitt avgreiðslustað. Hetta má steðgast.

Íslandssáttmálin
Fyri eini tíð síðani legði løg­­maður fyri tingið Hoy­­víks­sáttmálan eisini nevndur Ís­­landssáttmálan. Hóast løg­maður undir 1. viðgerð staði­liga varð ávaraður um avleiðingarnar av at flyta lóggávuvald frá Løg­ting­inum til landsstýrið, lætst hann ikki um vón. Talan var um pragmatiskar loysnir, og tí máttu grundleggjandi fólkaræðislig virðir víkja. Løg­maður ætlaði at av­­marka vald Løgtingsins ímóti viljanum hjá fleiri løg­­tings­limum  eisini sam­gongutinglimum. Tíbetur sær út til, at løgmaður ikki sleppur at fremja sín egna vilja í hesum máli.

Skattur
Nakrar dagar fyri jól lump­­aði landsstýrið eitt lóg­­ar­uppskot ígjøgnum Løgtingið. Málið snúði seg um, at landsstýrismaður fram­haldandi skal hava heimild til at áleggja barsilsgjald, sum er ein skattur. Í fyrsta umfari afturvísti for­mans­skapur Løgtingsins lóg­ar­uppskotinum, men so broytti landsstýrismaðurin bara uppskotið, so tað kundi verða framlagt, fyri síðani at fáa vinnunevndina at broyta tað, so tað líktist upprunaliga uppskotinum, sum formansskapurin ikki vildi loyva at verða fram­lagt. Hendan misnýtsla av skip­anini er vanvirðing av Løgtinginum, stýrisskipanini og formansskapinum av ring­asta slag. Óheiðurligt og til lítlan sóma fyri okkara løgmann, sum eisini í hesum máli gekk á odda fyri at av­marka vald Løgtingsins og geva landsstýrinum meiri vald.

Verkafólk, fiskimenn og samkynd
Og so mátti løgmaður enn eina­ferð profilera seg sum tann tolsama landsfaðirin, sum vil øllum væl. Og tí var tað so sera umráðandi hjá honum at nevna tey sam­kyndu í nýggjársrøðuni. Hvønn umboðar hann?? Ikki landsstýrið, tí har er ikki semja um hesa orðing. Ikki Javnaðarflokkin, tí har er ikki semja um slíka orðing. Ikki Løgtingið, tí Løgtingið hevur við stórum bókstavum sagt sína meining um støðu teirra samkyndu í samfelagnum. Løgtingið var við greiðum meiriluta samt um, at hesin bólkur er ikki fyri mismuni, og tí var ikki neyðugt at geva teimum serliga verju við lóg. Og allíkavæl gongur løg­maður í nýggjársrøðuni beint ímóti hesi støðu. Tað gjørdi hann eisini, tá hann fyri útlendskum fjøl­miðlum harmaðist støðu Løg­tingsins. TAÐ SKAL EIN LØGMAÐUR ALDRI GERA. Tað er ongantíð upp­gáva løgmans at harmast tær við­tøkur, sum Løgtingið ger. Hann er trygdin hjá Løg­tinginum fyri, at tær við­tøkur, vit gera, verða setta í verk. Tí misrøkir Jóannes Eidesgaard sítt starv sum løgmaður, tá hann í heilum foldar seg út um sína privatu áskoðan um bæði eitt og annað. Løgmansstarvið er al­mennasta starvið, sum til er í Føroyum, og tí má løgmaður seta til síðis sína egnu hugsan, so leingi, hann er løgmaður. Sum løgmaður er hann á ein hátt andlit Før­oya Løgtings úteftir. Hansara aðaluppgáva er at staðfesta Løgtingsins vilja. Tí fari eg sum løgtingsmaður at mót­mæla atburði løgmans og heita á hann um at broyta atburð, nú vit eru byrjað eitt nýtt ár.