Løgmaður, Aksel V. Johannesen, koyrir í løtuni í einum Citröen C4 Diesel frá 2013, men hann umhugsar – sum hann sjálvur tekur til – seriøst at keypa sær ein el-bil, tá verandi bilur skal skiftast út.
Aksel V. Johannesen vísir á, at tá tøknin er meira ment, og prísurin er vorðin meira hóskandi, verður hetta uppaftur attraktivari.
Men, nær væntar løgmaður, at allir persónbilar í Føroyum eru el-bilar?
- Menningin gongur skjótt, so eg vænti, at fáir bensin og diesel bilar verða eftir í Føroyum um eini 15 ár, sigur Aksel V. Johannesen.
Vikublaðið, sum kom í hvørt hús í gjár, hevur spurt landsstýrisfólk, hvørjum bili tey koyra í, og um tey kanska umhugsa at koyra "grønari", tá bilurin verður skiftur.