Løgmaður fer ikki at lyfta hond frá síðu í sambandi við, at Føroya Pedagogfelag hevur boðað frá arbeiðssteðgi. Hetta sigur Anfinn Kallsberg við Sosialin mikumorgunin.
Verkfallið varð sett í gildi á midnátt týskvøldið, og mikumorgunin var eingin av teimum 500 limunum hjá pedagogfelagnum til arbeiðis á ansingarstovnunum kring landið.
? Løgmaður hevur einki við hetta verkfallið at gera. Eg havi fingið nøkur skriv frá einum felag, ið ikki vil góðtaka, at kommurnar hava fingið ábyrgdina á hasum økinum, sigur Anfinn Kallsberg, ið vísir á, at hann hevur svarað øllum hesum skrivum.
? Hóast kommurnar hava fingið ábyrgdina av ansingarøkinum, so vil pedagogfelagið sleppa at samráðast við Fíggjarmálastýrið. Tað ber ikki til, tí landskassin hevur onga fíggjarliga ábyrgd av barnagørðum kring landið. Tað hava kommurnar, og tí skulu tær gera sáttmálar við pedagogfelagið eins og tær hava gjørt við Føroya Arbeiðarafelag, sigur løgmaður.
Skeiv adressa
Løgmaður mælir tí Føroya Pedagogfelagi til at fara til samráðingarborðið við kommunum beinanvegin og vísir á, at felagið vendir sær til skeiva adressu, tá tað vendir sær til løgmann.
? Eg havi boðað felagnum frá, at samráðingar skulu fara fram við kommunurnar, men hóast tað verður boðað frá verkfalli, tí felagið ikki góðtekur, at Løgtingið hevur sagt, at kommunurnar hava ábyrgd á hesum økinum, sigur Anfinn Kallsberg.
Pedagogfelagið vísir hinvegin á, at allar kommunurnar ikki eru umboðaðar í kommunufeløgum. Tí er tað torført hjá felagnum gera tann sama sáttmálan við allar kommunurnar. Formaður í Føroya Pedagogfelagi, Carita Bjørklund, hevur víst á, at felagið vil hava ein sáttmála fyri allar pedagogar.
Anfinn Kallsberg vísir á, at kommunurnar eru fólkavaldar og skulu m.a. syrgja fyri barnaansing fyri borgaran, so tað er eingin orsøk til at ivast í, um tær ikki hava førleika ella myndguleika til at samráðast um ein sáttmála og leggur afturat, at hetta er at niðurgera kommunurnar.
? Landið kann ikki tvinga kommunur til at skipa seg á ein ávísan hátt, sigur løgmaður.
Løgmaður vísir at enda á, at Løgtingið hevur sligið fast, at tað eru kommunurnar, ið skulu samráðast við pedagogarnar, og man eigur at samráðast við tann, ið hevur ábyrgdina.
Pedagogfelagið hevur fýlst á, at boðini úr Tinganesið hava verið ógreið, men løgmaður heldur, at orsøkin til at Pedagogfelagið hevur vent sær til sín er tann, at tað vil hava greið boð.
Tað metir løgmaður, at felagið nú hevur fingið.