Vágatunnilin
-Hetta er eitt nýtt kapitul. Tað, sum eg eri sera fegin um, er, at tað sær út til ? og her má eg banka undir borðið - at man við hesum leistinum hevur sett út í kortið, hvussu man kann koma víðari við tílíkum útbyggingum í Føroyum. Hevði henda fyrsta tunnilsgerðin av sínum slag ikki verið væleyndað, tá hevði fingið drúgv tíð, áðrenn tú vágaði tær út í enn eina slíka útbygging aftur. Tí hevur tað ótrúliga stóran týdning, at henda fyrsta verkætlanin verður væleydnað.
Løgmaður vónar annars, at øll tey ivamálini, sum mundu vera, eru uppklárað. Sjálvt um vit renna okkum í nakrar trupulleikar í tí næstu verkætlanini so merkir tað ikki, at hetta er nakað, sum fer at endurtaka seg aftur og aftur. Tí er hetta sum nú hendir so týdningarmikið. Løgmaður ynskir øllum teimum, sum hava gjørt ætlanina møguliga, tillukku.