Løgmaður um flogvanlukkuna á Stord

– Tað er einki at ivast í, at allir føroyingar eru skelkaðir av tí, sum hendi týsdagin í seinastu viku, tá eitt flogfar hjá Atlantsflogi fór út av breytini í Stord í Noregi og fýra fólk doyðu.

 
– Og sjálvandi eri eisini eg skelkaður, men vit vita, at vit fara at fáa eina nágreiniliga frágreiðing um orsøkina til tað, sum hendi. Hesa frágreiðing og tess niðurstøðu koma bæði Atlantsflog og eftirlitið hjá felagnum Statens Luftfartsvæsen at fyrihalda seg til.
– Hendingin hevur ivaleyst ført tað við sær, at Atlantsflog má sannføra brúkaran, og tað vil so siga fyrst og fremst okkum føroyingar um, at trygdin og mannagongdir annars eru í hásæti, soleiðis at vit eisini í framtíðini kunnu kenna okkum trygg við at flúgva við Atlantsflog.
– Spyrst tú um mítt álit á Atlantsflog, so eri eg, sum stórur brúkari av Atlantsflog sjálvandi ávirkaður av vanlukkuni í farnu viku. Men týsdagin fari eg aftur á flog við Atlantsflog í arbeiðsørindum til Noregs, sigur løgmaður, Jóannes Eidesgaard.