Løgmaður tosar ikki samgongunnar vilja tá hann tosar blokkskerjing

Johan Dahl, løgtingsmaður

Vit eru tríggir samgonguflokkar sum hava sett nøkur ítøkilig mál í okkara samgonguskjal, sum vit eru væl á veg til at gjøgnumføra hetta valskeiðið.
Tað stendur hinvegin ikki ein bókstavur í samgonguskjalinum um minking av blokkinum.
Løgmaður okkara sum er samgonguleiðari hevur meldað út, at hann vil hava blokkin burtur 2015 – tað gylta ár, har alt verður loyst úr lagdi og so sára gott fyri vælferðasamfelagið Føroyar.
Hesi boð vóru so aftur at hoyra á DR1 í vikuskiftinum og haldi eg, at hetta er átaluvert.
Gongur tað nú so fantastiska væl í samfelagnum, sum løgmaður vil geva fatan av, ja so væl, at blokkurin kann skerjast – eg loyvi mær at ivast.
Tað minnir ikki sørt um 80´ini - og tann endin kann gerast bráður.
Eitt er, at formaður Javnaðarfloksins og samgonguleiðarin sigur sína hugsan – men hann skal ikki tosa sum samgonguleiðari um skerjing av blokkinum - har er Sambandsflokkurin ikki við og Sambandsflokkurin er partur av samgonguni.
Javnaðarflokkurin sum sigur seg vilja verja tann veika í samfelagnum fremst av øllum, hvat er eftirhondini hansara veruliga aðalmál?
Hevur flokkurin nakra uppskrift upp á inntøkuskapanina sum skal til ístaðin fyri blokkin?
Uttan hesa verður vælferðin skerd, og tað veit løgmaður eisini.
Jú víst vilja vit allir verða sjálvbjargnir, vit vita øll, at tað verða vit einans við størri inntøkuskapan í samfelagnum, og tá meini eg ikki inntøkuskapan við størri óbeinleiðis skattum og avgjøldum, men øktum vinnumøguleikum.
Um vit ikki eru førir fyri at fáa inntøkuskapanina til vega, sum kann fyllast í holini sum verða orsakað av blokkniðurskurðinum, so fær samfelagið ein trupulleika, tí inntøkurnar skulu fáast til vega so ella so fyri at halda kostnaðin av vælferðartænastunum framyvir.
Higartil hava vit ikki verið førir fyri at skapa hana, og tíðin vil vísa, hvussu vit vera førir fyri hesum.
Mær kunnugt so hevur Javnaðarflokkurin frá byrjan verið ein ríkisfelagsskapssinnaður flokkur , men er blivin eins loysingarsinnaður og Miðflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, tíverri fyri javnaðarveljaran.
Vágur 10.04.2007