Løgmaður ætlar samstarv við Miðflokkin og Framsókn

Alt bendir á, at Kaj Leo Johannesen, løgmaður, dyrgir efter samstarvi við Miðflokkin og Poul Michelsen, sum er uttanflokkatingmaður.

Tað upplýsir Kringvarpið.

Miðflokkurin er boðin á fund við løgmann klokkan 14 seinnapartin, og leiðslan í Miðflokkinum hevur fund klokkan 15.

Jenis av Rana sigur við útvarpið, at Miðflokkurin hevur fleiri uppskot í tinginum, sum hann vil hava samtykt, umframt at tað eru mál í tinginum, sum flokkurin ikki vil hava samtykt.

- Spyrst samstarv busturúr, er ikki óhugsandi, at flokkarnir, sum mynda samstarvið, fara til løgtingsval saman, sigur Jenis av Rana við útvarpið.