Løgmaður ætlar at halda á til tað síðsta

Skal hendan samgongan ikki halda alt valskeiðið á tamb, skilji eg onki, so løgtingsval verður ikki fyrrenn í síðstu løtu, sigur Løgmaður

Løgtingsval verður ikki fyrrenn valskeiðið er runnið á tamb. Og tað er tann 20. januar í 2008.
Tað ætlar í hvussu so er Jóannes Eidesgaard, Løgmaður.
Og hansara orð er rættiliga avgerðandi, tí tað er hann, sum skal lýsa valið.
So hvørt sum valskeiðið er farið at hella, eru spekulatiónirnar farnar at harðna um, nær løgtingsval verður.
Summi hava gitt, at Løgmaður fer at útskriva val í heyst við stuttum skotbrái fyri at fáa eitt so stutt valstríð, sum gjørligt.
Men so skal okkurt heilt óvæntað henda, tí tað ætlar Jóannes Eideagaard ikki.
- Eg haldi, at tað er ein góður siður, at hvørt valskeið varar í øll tey fýra árini, sum stýrisskipanin sigur.
Tann siðin ætlar hann at halda fast um og tí ætlar hann ikki at løgtingsval skal vera fyrrenn valskeiðið er runnið og tað er tann 20. januar í 2008.
- Í mínum kalendara havi eg sett ein feitan ring rundanum 20. januar 2008 tí eg haldi ikki, at valið skal vera fyrrenn tá.
 
Góður siður at halda á
Løgmaður dugir ikki at síggja nakra sum helst orsøk til at halda val áðrenn tað.
- Sjálvandi kann okkurt óvæntað henda, sum ger, at tað er rætt at lýsa valið áðrenn.
Men beint nú er onki, sum bendir á ta borðið.
- Kanska hevur samgongan fingið onkra skeinu í seinastuni, helst í sambandi við fíggjarlógina beint fyri jól, tá ið summir samgongulimir fóru í part við andstøðuna í málinum um skattalættan og har summir tingmenn í samgonguni føldu seg snýttar táið rakstrarútreiðslur hjá undirsjóvartunlunum endaðu í landskassanum.
- Men stevið í samgonguni er ómetaliga gott.
Løgmaður sigur, at hann hevur verið í samgongu fleiri ferðir, so hann tosar av royndum.
- Heldur hendan samgongan ikki øll fýra árini, skilji eg onki av tí, leggur hann afturat.
Og prinsipielt heldur hann altso, at valskeiðið eigur at vara so leingi, sum stýrisskipanin ásetir og tað eru fýra ár.
 
Torført at siga
Hevur tú nakað boð upp á, hvørji høvuðsevni fara at vera í einum komandi valstríði?
- Tað er torført at siga, men sjálvandi fara nøkur høvuðsmál at stinga seg upp. Tað veldst eisini um, hvat hendan samgongan megnar at avrikað, tað sum er eftir.
- Men fáa vit ikki avgreitt spurningin um at  endurskoða lógina um vinnuligan fiskiskap, er tað eyðsæð, at tað fer at vera eitt høvuðsmál. Tað er ein uppgáva, sum krevur bæði politiska styrki og politiskt dirvi, so fáa vit at síggja, hvørja lagnu tað fer, men megna vit ikki at loysa uppgávuna, verður tað helst eitt stórt mál í valstríðnum, tí tað er eitt ógvuliga stórt mál.
Fólkaflokkurin hevur longu boðað frá, at teir fara at gera ábyrgdarbýtið ímillum landið og kommunurnar til eitt høvuðsmál. Ert tú samdur í tí?
- Tað havi eg onki ímóti, at tað verður, tí har hevur Javnaðarflokkurin eina greiða støðu. Og vit eru avgjørt ikki samd við Fólkaflokkin um tey summi av teimum málsøkjum, sum hann vil hava undir kommunurnar at umsita.
Hann sigur, at samgongan tosar ikki sørt um, hvørji mál tað er rætt at leggja undir kommunurnar at umsita.
- Men vit finna ikki útav, hvat kemur fyrst. Skulu kommunurnar leggja saman, áðrenn tey fáa fleiri málsøki at umsita, ella skulu tær fáa fleiri málsøki at umsita, áðrenn tær leggja saman?
- Vit eru í teirri støðu, at vit hava nógvar, smáar kommunur og tað ber ikki til at leggja øki undir kommunurnar at umsita sum tær ikki eru mentar at lyfta. Tí mugu  samanlegging og økt ábyrgdarøki ganga hond í hond. Sjálvur heldur Løgmaður, at tað fyrsta stigið er at styrkja og menna kommunurnar til at átaka sær fleiri uppgávur. 
Hinvegin er Javnaðarflokkurin eisini sannførdur um, at Landið skal varðveita ábyrgdina á nøkrum økjum fyri at tryggja javnbjóðis tilboð um alt landið. Eitt av hesum økjum er skúlaøkið, sum fólkaflokkurin er til reiðar at leggja undir kommunurnar at umsita, sigur Løgmaður.