Løgmaður útilokar ikki minnilutastjórn

Eitt úrslit av løgtingsvalinum kann blíva, at Anfinn Kallsberg heldur fram sum løgmaður í eini minnilutastjórn saman við smærru flokkunum. Men tá er fortreytin tann, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin ikki fáa meiriluta einsamallir, og at Tjóðveldisflokkurin í andstøðu ikki atkvøður ímóti eini minnilutastjórn. Løgmaður útilokar ikki hesum møguleikanum men heldur tað tó vera lítið sannlíkt, at Fólkaflokkurin fer at halda fram sum leiðandi stjórnarflokkur, fær hann misálit frá veljarunum

Løgtingsval/Analysa


Nú valið stendur fyri framman verður nógv gitt og mett um samgongumøguleikar. Onkur veljarakanning hevur givið teimum báðum stóru andstøðuflokkunum reinan meiriluta, men í tí seinastu kanningini restaði ein tingmaður í reinan meiriluta. Verandi samgonga stendur fyri at tapa valið siga somu veljarakanningar. Endin kann so verða, at tað í veruleikanum aftur vera teir smærri flokkarnir, sum koma at gera av, hvør skal í Tinganes komandi fýra árini. Vit hava spurt Anfinn Kallsberg, løgmann um hann sær tað sum ein trumf sum verandi løgmaður, at hann koma at sita sum løgmaður leingi aftaná valið?

-Tað er ikki bara ein spurningur at sita sum løgmaður. Man skal eisini virka sum løgmaður. Hevur tú ikki parlamentariskt grundarlag aftanfyri teg, so er eingin meining í at sita sum løgmaður.

-Men leggur tú tøl saman og finnur út av, at tú ikki hevur meiriluta ímóti tær, so kanst tú væl halda fram við eini minnilutastjórn?

-Tað er rætt, men tað ber í sær, at vit hava eitt løgting, sum ikki er samt um nakað annað.

-Men um nú veljarakanningin er røtt, og t.d. Miðflokkurin fær tveir tingmenn og Sjálvstýrisflokkurin fær ein ? kann tað so ikki hugsast, at tú við samráðingunum við teir smáu kann bjóða teimum góðar landsstýrissessir og harvið manna eitt minnilutalandsstýri - sjálvandi við tí fortreyt, at Tjóðveldisflokkurin í andstøðu ikki fer at atkvøða ímóti tykkum - fyri harvið at kunna halda Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin uttan fyri ávirkan?

-Nú eru tit í so spekulativir. Hatta er ein hypotetiskur spurningur sum Edmund plagar at siga. Man má hava virðing fyri veljarunum. Fer Fólkaflokkurin úr 8 niður í 4 til 5 tingmenn, og harvið verður tann stóri taparin, er greitt, at tað verður ein sera løgin støðu, um hann samstundis skal sita sum stjórnarberandi minniluti. Men tað er greitt, at teoretiskt ber tað til.

Demokratiið ikki altíð so demokratiskt
-Kemur tú í ta løgnu lyklastøðu, hvat fer tú so at gera?

-Man skal altíð taka veljaran í størsta álvara. Tað er fundamentið undir demokratiinum. At hava parlamentariskt grundarlag er so ein spurningur um matematikk. Um talkombinatiónir.

-Men er Anfinnur troyttur av at vera løgmaður, ella tekur hann við tí møguleikanum, um hann verður til steðar?

-Tað er fullkomiliga upp til Føroya fólk at gera av. Men tað er greitt, at í teimum kanningum, sum eru gjørdar um løgmansevni, havi eg fingið sera stóra undirtøku, men tað sentrala í hesum er, at tann flokkurin, sum skal bera tað ígjøgnum og umseta tað í gerandisdegnum, er fyri eini stórari afturgongd. Hettu eru tvey viðurskifti, sum als ikki hanga saman. Eg dugi heldur ikki at síggja, at man kann sita sum løgmaður, um flokkurin fær eitt misálit frá veljarunum.

Anfinn Kallsberg heldur, at hetta er eisini ein spurningur um, hvussu valið fer at fella út í teimum ymsu valdømununm. Hann viðgongur, at Fólkaflokkurin eigur helst ikki atkvøður til meira enn sjey tingmenn, men fekk átta við seinasta val. Tá hevði Javnaðarflokkurin fleiri avkvøður men fekk ein mann minni. So demokratiið er ikki altíð so demokratiskt leggur løgmaður aftrat. Tað er greitt, at løgmaður við hesum leggur alstóran dent á, hvussu valúrslitið verður í smærri og bíligu valdømunum so sum Sandoy og Vágunum.

Løgmaður sigur seg annars ikki duga at meta um úrslitið av valinum, men hann vónar, at veljarakanningin sigur fólkafloksveljarum, at tað er brúk fyri at gera eitt stórt arbeiði.

(Lesið eisini samrøðu við løgmann í morgin um valið komandi, blaðm.)