Løgmaður tekur fulla ábyrgd

Ein av limunum í setanarnevndini var ógegnigur at viðgera umsóknirnar. Viðgerðin hevur verið alt annað enn nøktandi. Løgmaður skal umhugsa at taka málið til nýggja viðgerð.

Tað eru nakrar av lemjandi atfinningunum í niðurstøðuni hjá løgtingsins umboðsmanni í samband við setanina av aðalstjóranum í Uttanríkisráðnum.

Løgmaður, sum stendur við evstu ábyrgdini, tekur niðurstøðuna til eftirtektar. Hann fer nú at hugsa um, hvussu farast skal víðari fram í málinum.

- Løgmaður setir aðalstjórar í samráði við avvarðandi landsstýrismann. Tað er eisini gjørt í hesum málinum, men sum setanarmyndugleiki taki eg fulla ábyrgd av møguligum mistøkum, ið eru gjørd, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.