Kaj Leo Johannesen, løgmaður, boðar í almennum skrivi í kvøld frá, at hann og Sambandsflokkurin taka frástøðu frá lesarabrævi, sum Magni Laksafoss hevur skrivað um Jóannes Eidesgaard
Tað er ikki fallið Kaj Leo Johannesen, løgmanni, í góða jørð, at Magni Laksafoss í lesarabrævi harðliga leggur eftir Jóannes Eidesgaard.
Í almennum tíðindaskrivi, sum skrivstova Sambandsfloksins hevur sent út í kvøld, boðar løgmaður og Sambandsflokkurin frá, at lesarabrævið einans stendur fyri egna rokning Magna Laksafoss.
- Løgtingsmaðurin, Magni Laksáfoss, hevur almannakunngjørt eitt lesarabræv undir yvirskriftini »Gamli løgmansflokkurin í politiskum tómrúmi«.
Í lesarabrævinum eru útsagnir og skuldsetingar móti navngivnum politikarum í Javnaðarflokkinum (Jóannes Eidesgaard, red.). Sambandsflokkurin skal við hesum boða frá, at hvørki lesarabrævið ella nevndu útsagnirnar koma frá Sambandsflokkinum, ið hervið alment tekur frástøðu frá teimum.
Lesarabrævið stendur fyri rokning løgtingsmansins. Sambandsflokkurin, sum er í samgongu saman við Javnaðarflokkinum, hevur góð viðurskifti við Javnaðarflokkin og fegnast um samstarvið í ABC-samgonguni, eisini tann partin av samstarvinum, ið fevnir um búskapar- og fíggjarpolitikkin, ger løgmaður greitt í almenna skrivinum frá Sambandsflokkinum.
Greinin hjá Magna Laksafoss í Sosialinum kann lesast HER