Løgmaður tekur frástøðu frá Óla Breckmann

-At gera samanberingar millum samkynd, pedofili og kleptomani er so langt úti og so burturvið, at eg taki álvarsliga frástøðu frá úttalilsunum hjá Óla Breckmann í Politikken sigur løgmaður.

-Eg taki sum løgmaður, samgonguleiðari, floksformaður og føroyingur frástøðu frá ekstremu orðunum Óli Breckmann brúkar í Politikken nú um dagarnar. Vónandi meinar hann tað ikki, og kanska hann hevur sagt tað í sinnismuni. Hetta eru ikki úttalilsi, sum eru verdug fyri ein persón, ið hevur verið eitt alment umboð fyri Føroyar, á fólkatingi í 17 ár , limir í Norðurlandaráðnum í mong ár og ein av teimum gomlu í garði í føroyskum politikki sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður í eini viðmerking til grein í Politikken. Løgmaður heldur hesi orðini vera eitt ótrúliga óheppið signal at senda út til umheimin.

-Tað er sera umráðandi fyri framtíðina hjá Føroyum, at vit geva øðrvísi signal út enn hesi Óli Breckmann hevur givið. Vit hava júst havt fund á Norðurbryggjuni fyri føroyskum lesandi, har ein av spurningunum var, hvussu Føroyar skulu síggja út fyri, at tey lesandi skulu koma heimaftur. Tá var tað eitt samt svar, at Føroyar skulu vera eitt rúmsátt land við tolsemi fyri øllum, og har øll hava møguleikar. Og tað er væl júst hetta, sum Óli Breckmann skjýtur niður við sínum samanberingum, ið eru púra burturvið sigur løgmaður og heldur fram:

-Samtíðis sum hann tosar um samkynd blandar hann pedofili og kleptomani uppí. Hesi hava einki við hvørt annað at gera. Pedofili og kleptomani eru revsiverdugar gerðir. Tað at vera samkyndur er ein seksuell orientering tú hevur valt, og sum ikki er kriminell í hesum parti av heiminum.

Løgmaður kann heldur ikki taka undir við tí, sum Óli Breckmann sigur um umhvørvismál og tað stóra arbeiði, ið verður gjørt har. -Eg hugsi m.a. um, at Føroyar nettupp hava fingið ein Norðurlandaprís fyri umhvørvisarbeiði, og so ger hann øll tiltøk á hesum øki til gjøldurs. Tað er sera langt úti.

Løgmaður heldur, at orðini hjá Óla Breckmann mugu standa fyri hansara egnu rokning. Hann viðurkennir, at tá tað kemur til spurningin um tey samkyndu, so er talan tíverri ikki um eina samgongu.

-Eigur tú sum løgmaður ikki at tosa við mannin og siga honum undir fýra eygum, at hetta kanst tú sum løgmaður ikki góðtaka?

-Jú. Men um og tá eg geri tað, so verður tað undir fýra eygum sigur Jónnes Eidesgaard, sum heldur fyri, at hann ætlar sær at tosa við tey røttu fólkini um hetta málið. Hann vísir á, at vit í hesum kenna Óla Breckmann aftur frá 70-unum, tá øll vinstravend vórðu hunddálkað. Tó viðgongur løgmaður, at Óli Breckmann hesi seinastu árini hevur tónalagið verið nógv meira milt og forsónandi og hevur hann kanska átti sín part av heiðurin fyri, at samstarvið tvørtur um miðjuna hevur verið so gott sum tað hevur verið, tí man hevur umgingið hvønn annan við tí neyðuna tolseminum. –Men eg kann so als ikki foreina meg við tey ekstremu sjónarmið hann nú aftur leggur fyri dagin.

Løgmaður sigur, at hetta er ikki eitt samgongumál, hóast hann viðgongur, at tað klæðir ikki samgonguna.

-Onkur vil helst aftur siga, at hetta er ”bara Óli”.

-Tað er ikki rætt. Óli Breckmann er ein kendur politikari uttan fyri Føroyar eisini.