Eisini Kaj Leo Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, dregur fram føroyska fótbóltslandsliðið, tá hann tosar um fólkatingsvalið í dag. Sjúrður Skaale, valevni fyri Javnaðarflokkin, segði seinnapartin, at Føroyar vóru nær við at knógva Italia, og tað er sostatt eisini møguleiki fyri, at Javnaðarflokkurin sleppur á fólkating í kvøld. Kaj Leo Johannesen, sum væntandi fær annan fólkatingsessin, vísir á, at Eysturríki tapti fyri Føroyum í 1990.
- Eg vænti einki. Sambandsflokkurin tekur einki fyri givið, áðrenn dysturin er spældur. Eysturríki var greiður favorittur at buka føroyingar í 1990, men taptu púra óvæntað. Eg kann ikki annað enn heita á allar sambandsveljarar um at fara á val, so vit møguliga fáa eitt gott úrslit. Veljararnir standa við avgerðini, sigur Kaj Leo Johannesen.
Løgmaður hevur fingið fleiri viðmerkingar eftir sína framførslu í sjónvarpinum gjárkvøldið. Kaj Leo Johannesen var grammur og avgjørdur.
- Eg haldi ikki, at mín atburður var sertakur í gjár. Eg eri oftast ágrýtin, tá eg kjakist. Tað er stuttligt og setur ferð á valstríðið. Kjakið verður stirvið, um tú er ov formellur, sigur Kaj Leo Johannesen, sum fyrireikaði seg til formanskjakið við at renna til Kirkjubøar.