Løgmaður átalar Tórbjørn

Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur sent Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni, bræv, har hann átlar, at landsstýrismaðurin hevur strikað grundlógardagin sum frídag hjá skúlunum uttat at kunna løgmann

 

Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, sendi mánadagin skúlunum og fjølmiðlunum eitt rundskriv, har hann boðar frá, at grundlógardagurin ikki longur er frídagur.

Hetta átalar løgmaður hann nú harðliga fyri.

? Løgmaður er í dag gjøgnum fjølmiðlarnar kunnaður um, at tygum hava ætlanir um at broyta frídagaskipanina fyri næmingar í fólkaskúlanum, soleiðis at hesir ikki longur fáa frí grundlógardagin 5. juni, men ístaðin 1. mai.

? Talan er her um eitt rættiliga princippielt mál, sum løgmaður av tygum als ikki er vorðin kunnaður um.

? At eitt tílíkt mál verður borið fram í fjølmiðlunum, uttan at løgmaður er vorðin kunnaður, kann als ikki góðtakast. Hetta samsvarar heldur ikki við galdandi mannagongd fyri mál, ið eiga at verða viðgjørd á landsstýrisfundi, víst verður her til galdandi mannagongd sum fyriskrivað í ?uppritinum um politiskar landsstýrisfundir?.

? Løgmaður átalar hesa framferð. Harafturat ger løgmaður við hesum greitt, at hann ikki tekur undir við ætlan landsstýrismansins um at fremja hesa broyting, sigur løgmaður í brævinum.