Aksel V. Johannesen, løgmaður, ætlar sær at hitta amerikanska forsetan Donald J. Trump, tá hann 2. og 3. september er á almennari vitjan í Danmark.
Hetta merkir samstundis, at løgmaður velur at fara av landinum beint eftir valið og tá samgongusamráðingar vanliga eru á skránni. Løgmaður metir tó, at fundurin er so mikið týdningarmikil, at hann fær ikki takka nei.
- Fundurin verður beint eftir løgtingsvalið, og tá ið so stutt er fráliðið frá valdegnum bendir alt á, at sitandi løgmaður eisini er løgmaður tann 2. og 3. september. Tað verður mett, at talan er um ein so týdningarmiklan fund, at tað ikki ber til at takka nei. Og uttan mun til valúrslitið, so røkir sitandi løgmaður embætið til ein møgulig nýggj samgonga er skipað og nýggjur løgmaður valdur, skrivar løgmaður í fráboðan í kvøld.
Í fráboðanini vísir løgmaður eisini á, at hann fer at royna at fáa handilsviðurskiftini millum Føroya og USA á skránna fyri fundin.
- Sum skilst verður yvirskipaða evnið á fundinum verður støðan í arktis. Fær løgmaður møguleikan, ætlar hann eisini at viðgera handilsviðurskiftini millum Føroyar og USA. Málið er at fáa betri handilsviðurskifti í lag. Talan er um ein fund, har stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum Mette Frederiksen, Kim Kielsen og Aksel V. Johannesen saman hitta amerikanska forsetan Donald Trump, ljóðar kunningin frá løgmanni.

Løgmaður: Tað ber ikki til at takka nei til fund við Trump

