Løgmaður á Tórsbreyt

Millum tey fleiri hundrað fólkini, ið møttu, tá Tórsbreyt lat upp í góðveðrinum á Hálsi í Havn í gjár, var løgmaður Kaj Leo Johannesen

Heðin Mortensen, borgarstjóri og Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í mentamálnevndini hildu røðu, og Fríðrikur Bláhamar, formaður í Bragdinum og Randi Kúrberg, forkvinna í Hvirluni, bóru fram heilsan, nú rennibreytin lat upp, skrivar www.toshavn.fo.

- Hetta er ótrúliga motiverandi, og staðið vísir ein ótrúligan vælvilja, segði Randi Kúrbeg úr Hvirluni. Fríðrikur Bláhamar úr Bragdinum var samdur og segði, at Tórsbreyt var eitt fantastiskt tilboð til borgaran í kommununi.

Í dag 14 verður stuttleikakapping á Tórsbreyt í frælsum ítrótti fyri børn.