Jóannes Eidesgaard heldur seg til avtaluna millum formenninar í samgonguflokkunum um valdømisuppskotið hjá løgtingsformanninum -Nýval er altíð ein teoretiskur og lættur møguleiki at taka. Men tá tosað verður um at reinsa luftina, so er tað fyrst og fremst, tí uppskotið frá løgtingsformanninum um Føroyar sum eitt valdømi hevur skakað samgonguna nokk so nógv. Har havi eg eina avtalu við floksformenninar í samgonguni, og ta avtaluna haldi eg meg til, segði løgmaður við Útvarpið á middegi.
Jóannes Eidesgaard, sum er á almennari vitjan í Álandi, sigur, at avtalan um málið um Føroyar sum eitt valdømi má sleppa at standa sína roynd í Tinginum.
-Vit hava avtalað, at vit skulu royna at fáa lógina um eitt valdømi útsetta, so hon ikki kemur í gildi fyrr enn eftir næsta løgtingsval. Og fyrr enn tað er gjørt, er eingin spekulasjón um nýval í mínum høvdi, sigur Jóannes Eidesgaard.









