Løgmaður hevur gjørt av at stuðla føroyska hjálparfelagsskapinum ?ABC barnahjálp? í Føroyum við 180.000 US dollarum, umleið 975.000 krónur, til eina verkætlan í Liberia. Henda verkætlanin kallast ?Nýggj vón til eitt nýtt ættarlið?, og skal peningurin nýtast til at byggja skúla til 500 næmingar.
ABC barnahjálp hevur til endamáls at veita neyðstøddum børnum í menningarlondum varandi hjálp við útbúgving og uppihaldi.
Føroyski felagsskapurin er nýstovnaður og er systurfelagsskapur hjá ABC í Íslandi, sum hevur 19 ár á baki og drúgvar royndir við at útinna júst hetta slag av menningarverkætlanum.
ABC barnahjálp í Føroyum, Íslandi og Liberia samstarva um samlaðu verkætlanina, ið fevnir um skúla til 500 børn og tvey skúlaheim til ávikavist 250 gentur og 250 dreingir. Umframt grundøki til bygging er jørð keypt aftrat til jarðarbrúk, so skúlin lutvíst kann vera sjálvbjargin við mati. Verkætlanin skal framyvir bera seg sjálva við stuðli frá faddrum úr Føroyum, sum við føstum mánaðarligum gjaldi fara at rinda fyri kost, klæðir, læknahjálp og læraralønir.
Byrjað verður at byggja skúlan í oktober, og faddurskipanin verður klár fyrst í komandi ári.
ABC barnahjálp í Føroyum hevur heimasíðu: www.barnahjalp.fo. Formaður er Rúni Hentze í Havn.