Løgmaður spentur um oljuboring

Sjeynda boringin á føroyska landgrunninum fekk eisini innivist í løgmansrøðuni á ólavsøku Kai Leo Johannessen, løgmaður nam eisini við nýggjastu boringina á landgrunninum, tá hann helt ólavsøkurøðuna.

-Fyri fáum døgum síðani setti ein hin mest framkomni boripallurin í heiminum borin í føroysku

undirgrundina, einans 7 sjómíl frá oljufundi hinumegin markið. Vit bíða nú í spenningi eftir

úrslitinum segði løgmaður og helt fyri, at síðan fyrsta útbjóðingarumfar at leita eftir kolvetni fyri knappliga 10 árum síðani, tykist áhugin

fyri føroyska økinum eitt sindur kólnaður. Kolvetnislógin er tí broytt og gjørd smidligari, so tað

er møguligt at lofta brádliga íkomnum áhuga fyri einum ávísum øki og at veita loyvi skjótt,

uttanfyri tey vanligu útbjóðingarumførini segði løgmaður. ENI fór undir at bora á Anne Marie leiðini fyri einari viku síðani. Boringin er mett at taka einar 75 dagar.