Løgmaður slettar vinir

Seinastu dagarnar er løg­mað­ur fara at sletta nakrar av sínum 3.581 vinum á Face­book. Yms­ar meiningar eru um, hvussu skilagott tað er av ein­um stjórnarleiðara at vera so aktivur á Facebook, sum Kaj Leo Johannesen er.

Onk­ur heldur hetta vera djarvt, onk­ur annar heldur, at hann kann koma til at avdúka onkr­ar veikar síður hjá sær sjálvum.
Men í øllum førum er tað sera av­­bjóð­andi – og hann fær sína sak fyri.

Fyrr í vikuni boðaði Flóv­in Eid­es­gaard, ein íðin javn­að­ar­mað­ur og íðin kjak­ari á Face­book, frá, at løgmaður hevði strik­að seg sum vin. Helst er løg­mað­ur troytt­ur av øll­um við­merk­ing­u­num frá Flóv­ini.

Men í gjár boð­aði so Heini Fest­ir­stein, sum eis­ini er íð­in kjak­­ari á Face­book frá, at løg­maður eis­ini hev­ur strik­­að seg sum vin á Fac­e­book.

Heini Fest­ir­stein er graf­ik­ari, og hann hev­ur gjørt eina stutt­liga for­síðu av Se & Hør, sum utt­an iva er íblást av nýggj­ár­s­røðu løg­mans.

Spennandi verður, um løg­mað­ur fer at halda fram á Face­book, ella um hann fer at gera eina »Jónu Mortensen« og sletta síni spor...