Løgmaður sleppur at svara fyri seg

Á løgtingsfundinum í dag skal atkvøðast um fýra skrivligar fyrispurningar, sum allir eru til løgmann

Størsti andstøðuflokkurin í løgtinginum hevur nógvar spurningar til løgmann um aktuell politisk viðurskifti, og á løgtingsfundi í dag skulu tingfólk atkvøða um fýra fyrispurningar til Jóannes Eidesgaard frá tingfólki hjá Tjóðveldisflokkinum.
Torbjørn Jacobsen hevur sett løgmanni nakrar spurningar í sambandi við málið um Jøkulfell. Torbjørn Jacobsen vil millum annað hava at vita, hvat løgmaður visti nær um málið, og um hann heldur handfaringina av málinum verða nóg góða.
Annita á Fríðriksmørk spyr um setanina av leiðara fyri frítíðarskúlan á Tvøroyri, sum var eitt heitt politiskt mál herfyri. Annita á Fríðriksmørk spyr løgmann, um hann hevur røkt  og havt møguleika at røkja  sína eftirlitsskyldu í málinum.

Tveir frá Høgna
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal, hevur sett løgmanni tveir skrivligar fyrispurningar.
Annar er um Føroyar og EFTA, og hin fyrispurningurin er um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í norðurlendskum samstarvi.
Høgni Hoydal spyr millum annað løgmann, um hann gav rættar upplýsingar, tá ið hann segði við Útvarpið, at danska stjórnin hevur sent einmæltu umsókn føroyinga um limaskap víðari til Norðurlandaráðið, men at undirtøka fekst ikki fyri henni millum hini Norðurlondini.
Tingið skal seinnapartin týsdagin gera av, um fyrispurningarnir skulu svarast.