Løgmaður: Sláið nú kalt vatn í blóðið

- Eg havi síðan henda samgonga tók við fyri hálvum fjórða ári síðani lagt stóran dent á arbeiðsfrið og gott samgongustev. Og júst hetta hevur verið okkara vørumerki. Men tíverri má eg beint nú ásanna, at hetta als ikki er støðan við nógvu útmeldingunum um val í úrtíð og hóttanum um uppsøgn av samgonguni, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður

Hann heldur ikki, at hetta klæðir teimum sum ábyrgdafullir politikkarar, og hetta er als ikki gagnligt fyri samfelagið sum heild - so vælsignaði, sláið nú kalt vatn í blóðið, sigur hann.

Løgmaður vísir á, at hann saman við Jørgen Niclasen, Kaj Leo Johannesen og Kristian Magnussen hevur gjørt avtalu um, at teir vilja virka fyri, at eitt broytingaruppskot til uppskotið hjá Edmund Joensen um Føroyar sum eitt valdømi verður gjørt. Hetta skal gera, at uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi fyrst kemur í gildi eftir komandi løgtingsval.

- Harumframt hava vit eisini avtalað, at vit vilja virka fyri, at galdandi vallóg verður broytt soleiðis, at tingmannatalið til komandi løgtingsval verður økt úr 32 upp í 33, og at hetta eina mandatið kemur Suðurstreymoy til góðar, og somuleiðis at tíðin frá tí, at valið verður útskrivað til valið skal vera, verður stytt úr seks niður í tríggjar vikur.

Løgmaður heitir á tingfólk um at lata hesa semju koma til eina roynd í løgtinginum, tí hann heldur, at hetta eiga bæði nei-síðan eins væl og ja-síðan at kunna liva við.

- Samgongan hevur enn mong týdningarmikil mál at fremja, so vit mugu hava arbeiðsfrið restina av valskeiðnum. Her hugsi eg serliga um Fíggjarlóg fyri 2008, Eftirlønarskipanina og Bústaðarpakkan, men eisini eina røð av øðrum málum. Vit hava snøgt sagt ikki brúk fyri panikk-útmeldingum um val í úrtíð ella hóttanir um slit av samgonguni. Latið okkum heldur seta fokus á nógvu góðu málini, vit enn skulu røkka, áðrenn vit enda henda túrin og fara at gera klárt til næsta túr, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður í inniligari áheitan á allar politikarar.