Løgmaður skrivar Gerhardi svar

Løgmaður situr og orðar eitt skriv, ið skal vera svar til Gerhard Lognberg, ið hevur kravt løgman eftir svari um lagnuna hjá Sandoyartunnlinum innan klokkan 15.00 í dag


Í dag situr Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og orðar eitt skriv til partamann sín, Gerhard Lognberg.

Gerhard Lognberg hevur sent løgmanni kravboð, har hann vil hava greitt at vita, um Sandoyartunnilin verður gjørdur og nær, og hvørt hann verður gjørdur áðrenn Eysturoyartunnilin.

Um so er, og svarið er í tráð við hesi ynskini hjá Gerhardi Lognberg, so sigur Gerhard seg framvegis stuðla samgonguni.

Hann vil hava svar innan mikudag klokkan 15:00.

Løgmaður sigur, at Gerhard Lognberg fær svarið í dag, og áðrenn Gerhard hevur fingið sítt svar, verður innihaldið ikki avdúkað.


Róligur løgmaður

Spurdur, um tað er sum tað skal, at ein tingmaður soleiðis setir kravboð, og at løgmaður gongur hesum á møti við at halda tíðarfreistina, sigur løgmaður, at hetta metir hann ikki sum ein trupulleika.

- Tað gongur nokk!, Eg havi nógv at gera í løtuni og arbeiði undir trýsti, so eg klári nokk at svara Gerhardi eisini, um so onkur annar bara má bíða eina løtu, sigur løgmaður.

Hann heldur ikki, at hann nú verður dikteraður av tingmanni, ið hevur sett kravboð við tíðarfreist.

- Tað er av størsta týdningi at fáa avklárði viðurskiftir, og Gerhard fær sítt svar innan klokkan 15:00, sigur løgmaður.