Løgmaður skjýtur við skørpum eftir stjórum í tryggingarfeløgum

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur minst líka stórt álit á føroyskum politikarum, sum hann hevur á stjórum í tryggingarfeløgum.

Tað gjørdi hann greitt í Løgtinginum fríggjadagin, tá ið Løgtingið samtykti endaliga ætlanina um flatan skatt og um at skatta pensjónir við inngjald.

Í orðaskiftinum um at skatta pensjónir við inngjald, hevur mangan verið ført fram, at ongin veit, hvat politikarar kunnu finna upp á um eini 30-40 ár og tí er ongin vissa fyri, at pensjónirnar ikki fara at verða skattaðar einaferð afturat við útgjald, hóast tær eisini eru skattaðar við inngjald.

Hetta fekk Løgmann at skørpum eftir stjórum í tryggingarfeløgunum.

- Eg havi minst líka stórt álit á føroyskum politikarum um 30 ár, sum eg havi á stjórunum í tryggingarfeløgunum, tí

tað er ein vanlukka, sum teir hava umsitið pensjónspengarnar hjá tryggingartakarunum.

- Í nógvum førum hava teir ikki ánilsi av, hvat teir gera, legði hann afturat.

Løgmaður segði, at Ísland og fleiri onnur lond í Evropa eru góð dømi um tað.

Hann vísti eisini á, at danskir serfrøðingar hava givið til kennar, at teir halda, at tað er ein spennandi ætlan, at skatta pensjónirnar við inngjald.

Annars helt hann, at tað er heilt órímiligt at krevja nakra fullfíggjaða trygd frá samgonguni nú um, hvussu verður við pensjónunum um 30-40 ár, tí tað er heilt ómøguligt.

Hann minti á, hvussu nógv heimurin var broyttur bara hesi seinastu fýra, fimm árini.

Hann minnist, hvussu bjartar forsagnir bankar og tryggingarfeløg løgdu fyri dagin fyri bara nøkrum heilt fáum árum síðani.

Nú gongur sjón fyri søgn, hvussu hesar forsagnirnar hava hildið.

Men nú gongur sjón fyri søgn, hvussu tær forsagnirnar hava hildið, so at krevja eina nágreiniliga forsøgn 30 ár fram í tíðina er heilt órímiligt, helt Kaj Leo Holm Johannesen.