Løgmaður skjýtur við síðina av

Oddagrein

Uppskotið um samsýning og eftirløn landstýrismanna fall við triðju viðgerð í tinginum herfyri. Ymiskt er, hvat fólk halda, men í tinginum eru flestu limir í hvussu so er glaðir fyri at tað fall. Tað má sigast at verða skeiv adressa, tá Løgmaður leggur eftir Sambandsflokkinum í málinum um samsýning og eftirløn Landstýrismanna.

Vit vita, at eitthvørt uppskot um eina hækking á hesum økinum er ótrúliga ópopulert millum fólk. At val er um fáar mánaðar ger ikki støðuna betur, og hevur hetta helst ávirkað atkvøðugreiðsluna á tingi, tá málið fall. Onkrir samgongulimir hava ivaleyst fingið kaldar føtur.

Løgmaður leggur eftir Sambandsflokkinum, tí hann saman við hinum stóra andstøðuflokkinum Javnaðarflokkinum atkvøddi ímóti uppskotinum. Eftir øllum at døma meinti løgmaður, at onkur avtala við Sambandsflokkin fyrilá. Tað skulu vit ikki taka dagar ímillum, men størsti trupulleikin hjá løgmanni tykist vera, at hann ikki hevur stýr á sínari egnu samgongu. 3 tinglimir hjá Tjóðveldisflokkinum atkvøddu ímóti uppskotinum saman við andstøðuflokkunum, og tí fall uppskotið. Nú kann hann sjálvandi siga, at hetta er eitt tvørflokspolitiskt mál, og at tað tí ikki eigur at verða hugt eftir, um nú talan er um samgongu- ella andstøðuflokkar. Tað kann væl vera, men kortini átti hann at megnað at ?tvinga? sínar samgongumenn til at vera loyalar móti landsstýrinum.

Løgmaður nýtist nevniliga heldur ikki at leggja eftir andstøðuni, tá limir í hansara egnu samgongu atkvøddu ímóti. Um løgmaður helt, at hetta samgonguuppskot var av alstórum týdningi, so gjørdi hann tað til ein kabinettspurning. Hevði løgmaður gjørt hetta, so hevði støðan antin verið tann, at Tjóðveldismenn bakkaðu, ella høvdu vit samgonguslit og allarhelst nýval í dag.

Samsýning generelt er týdningarmikið, men slíkt má ikki rumblast ígjøgnum. Tað krevur gjølla umhugsan og ikki minst vilja og má frágreiðast væl yvirfyri borgarnum. Eitt hevur man so lært í undanfarna ári, og tað er, at tað ikki loysir seg, at atkvøða eftirlønir ígjøgnum í allari friðarligheit. At so eingin tinglimur av 30 til staðar atkvøddi ímóti tí uppskotinum við 3 viðgerð, er so ein onnur søk, sum vit hava sagt okkara meining um, og tí skulu vit lata tað liggja á hesum sinni.

Løgmaður er so ikki í einari sterkari støðu at leggja ábreiðslur á andstøðuna, tá hansara egnu samgongulimir fella eitt samgonguuppskot. Hetta átti at sagt okkum eitt sindur um stevið í samgonguni.