Løgmaður skal viga Jákup Mikkelsen einaferð afturat

Heilt síðani Jákup Mikkelsen varð tilnevndur landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur spurningur verið settur við gegni hansara við tað, at hann er svágur Hanus Hansen, sum, stórreiðara og virkiseigara.

Spurningurin vil ikki doyggja og nú hevur Kristin Michelsen, tingmaður, reist spurningin einaferð afturat.

Tingmaðurin hevur reist eina røð av spurningum, sum løgmaður skal svara fyrsta dagin.

Í hesum sambandi vil Kristin Michelsen hava at vita um løgmaður hevur gjørt eina serliga gjølliga og stranga løgfrøðiliga meting av gegninum hjá Jákupi Mikkelsen.

Hann vil eisini hava av vita um løgmaður hevur mett um, í hvussu mongum málum – í prosentum – at tað er sannlíkt, at Jákup Mikkelsen vil gerast ógegnigur, og hvat avleiðing hetta eigur at fáa fyri hansara gegni yvirhøvur.

Kristin Michelsen vísur í hesum sambandi á, at metingin um gegnið hjá landsstýrismonnum eigur at vera serliga strong, tí landsstýrismaðurin hevur ongan yvir sær í aðalráðnum.

- Er landsstýrismaður ógegnigur í ítøkiligum málum ov ofta, verður hann

ógegnigur yvirhøvur og má als ikki sita í sessinum.

Kristin Michelsen vísur á, at ein Eystari Landsrættur hevur staðfest, at ein kommunustýrislimur var ógegnigur yvrhøvur tí at hann eitt áramál var noyddur at fara av fundi í fíggarnevndini sum ógegnigur í 78 av 2891 málum.

Tvs. einans knapt 3% av málunum.

Hægstirættur var kortini ikki samdur og metti ikki at býráðslimurin av ógegnigur yvirhøvur.

- Men tá iå kompetentir myndugleikar fara ymiskan veg, er okkurt, ið bendir á, at vit eru nær við ovara markið fyri, hvussu nógv ein myndugleikapersónur kann tola av

serstøkum ógegni, áðrenn hann gerst generelt ógegnigur, sigur Kristin Michelsen.