Løgmaður skal á vektina í dag

Klokkan 9.30 fer løgtingið undir viðgerðina av røðuni, sum Kaj Leo Johannesen, løgmaður, helt ólavsøkudag. Tingfundur verður klokkan 9.30 í dag. Á skránni er umrøða av ólavsøkurfrágreiðing løgmans 2010, sum tað er orðað í dagsskránni.

Umrøðan er ætlað at vera í dag, og ætlanin er at halda fram við henni í morgin, tá ið tingfundur aftur verður klokkan 9.30.

Hósdagin fer tingið at viðgera fiskidagarnar og annars broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fram um fiskidagar fyri næsta fiskiár, og Tórbjørn Jacobsen hevur vegna Tjóðvveldi lagt fýra uppskot fyri tingið, sum umframt um fiskidagar eisini snúgva seg um aðrar broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Tey fimm uppskotini verða viðgjørd undir einum á tingfundinum hósdagin, tá ið tingið eisini skal velja tveir limir og tveir eykalimir í Norðurlandaráðið.