Løgmaður og aðrir politikarar, skulu vanda sær vanda sær um orðini, tá ið teir halda óvavsøkurøðu, nýggjársrøðu ella aðrar røður.
Tað heldur Hallbera Fríða Vest, sum her sæst mitt í myndini á tiltakinum í Miðlahúsinum í gjárkvøldið.
Hon var við á tiltakinum í Miðlahúsinum í fríggjakvøldið, sum Kvinnufelagið í Havn skipaði fyri í sambandi við altjóða kvinnudagin, sum var fríggjadagin, 8. mars.
Á tiltakinum var tað nevnt meiri enn einaferð, at spurningurin um javnstøðu er ikki minst ein spurningur um hugburð.
Tískil er eisini neyðugt við eini hugburðsbroyting, skulu vit røkka javnstøðu ímillum kynini.
Í hesum sambandi nevndi Hallbera Fríða Vest tær røður, ið løgmaður heldur á ólavsøku og á nýggjárinum.
- Har haldi, eg, at løgmaður átti at vanda sær um málið, tí mangan er tað ógvuliga maskulint.
Hon nevndi seinastu nýggjársrøðuna sum dømi, tí tað var ein røða, sum var gjøgnumsúrgað við maskulinum metaforum har løgmaður eisini dyrkaði fortíðar fyrimyndir.
Hon hugsar um, at løgmaður sipaði til Trappubrøðurnir, sum keyptu sluppina, Fox, til Føroya.
Men hon hugsaði eisini um aðrar politiskar røður, har tað alla tíðina verður sipað til teir, sum bygdu land og felags áratøk og onnur maskulin virði.
- Tað eru allatíðina menninir, sum gera alt og avrika alt og tískil verða kvinnurnar ósjónligar.
Johan Dahl, landsstýrismaður í javnstøðumálum, sum eisini var staddur á tiltakinum, lovaði at bera løgmanni boðini.