Løgmaður skal telja almennar bilar

Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, vil hava at vita, hvussu nógv allir bilarniar hjá tí almenna hava kostað og hvussu nógv bókaða virði á teimum er.

Talan er um ein skrivligan fyrispurning, sum løgtigsmaðurin setir løgmanni. Tórbjørn Jacobsen setir fram fýra spurningar:

1. - Hvør er almenni politikkurin akførum viðvíkjandi, t.v.s., hvussu skulu almennir stovnar, nevndir, partafelagsnevndir o.s.fr. fyrihalda seg viðvíkjandi tí at ogna sær akfør til starvsfólk í almennari tænastu?

2. - Hvussu mong rullandi akfør eiga tær almennu Føroyar, og hvussu mong eru hesi í hvørjum einstøkum geira inni í almenna geiranum, t.d. hjá Posta, Vága Floghavn, Fiskiveiðieftirlitinum o.s.fr.?

3. - Hvør var samlaði innkeypsprísurin fyri verandi akfarsflota í øllum geiranum og í hvørjum felag og stovni sær?

4. - Hvat var bókaða virðið av verandi akfarsflota ultimo 2009, býtt sundur á sama hátt sum í omanfyrinevnda spurningi?

Tórbjørn Jacobsen sigur, at tey, sum dagliga aka á landsvegum okkara, hava lagt til merkis, at almenni akfarsflotin er munandi bólgnaður hesi seinastu árini. Bara ein túrur úr t.d. Eysturoynni suður til Havnar er ein váttan um, at landið í diversum høpum hevur ognað sær eitt ótal av akførum av alskyns slagi.

- Og mangan eru hetta akfør í tí heilt dýra endanum, sum ein privatur stjóri tók til nú ein dagin: »Man kennir seg lítlan við einum 6 ára gomlum djipi fyri kvarta mió. kr., táið eitt alment CO2 dýr hjá tí almenna, fyri áleið eina mió. kr., á eini hissini arbeiðsvitjan leinar upp í túninum«, sigur Tórbjørn Jacobsen í viðmerkingunum til spurningin.

- Ivaleyst hevur landið ein politikk, táið tað snýr seg um viðurskifti av hesum slagi. Ovasti leiðari landsins eigur at geva eina nágreiniliga frágreiðing um viðskiftini, spurd eru um omanfyri, sigur Tórbjørn Jacobsen.