So avgjørdur er Poul Michelsen, tinglimur fyri Fólkaflokkin í dag. Hann heitir á Løgmann um at antin umskipa verandi samgongu, skipa nýggja samgongu ella at leggja frá sær. Poul Michelsen hevur mist álitið á samgonguni, og hann heitir í dag á Løgmann um at finna eina loysn sum skjótast ella leggja kongin.
-Eg havi mist álitið á samgonguni, tí flokkarnir blokera fyri hvørjum øðrum, og fremja eingi verulig politisk mál, sigur Poul Michelsen í dag.
Hann sigur, at fólk eru livandi troytt av politiska klandrinum, av politiskum ódugnaskapi og máttloysi og hava mist álitið á politisku skipanina.
-Tak stigið nú. Tað er neyðugt at blanda kortini av nýggjum. Møguliga skal verandi samgonga umskipast og grundast á eitt nýtt samgonguskjal ella møguliga skal nýggj samgonga skipast, sigur Poul Michelsen í dag.
Hann heldur, at karmarnar til fíggjarlógina skulu grunda á búskaparfrágreiðingina, sum Búskaparráðið legði fram í gjár, har millum annað mælt verður til at seta í gildi ognarskatt, tilfeingisgjald, at taka burtur fiskimannafrádráttin og annað. Hetta er í beinleiðis andsøgn við støðuna hjá Jørgeni Niclasen, formanni í Fólkaflokkinum, sum í gjár gjørdi greitt, at eingin skattur hvørki til privat fólk ella vinnulívið skal hækkast.
-Eg haldi ikki, at Jørgen Niclasen ella Jákup Mikkelsen hava patent uppá fíggjarpolitikkin hjá Fólkaflokkinum, sigur Poul Michelsen, sum altso er grundleggjandi ósamdur við fíggjarpolitikkin hjá restini av Fólkaflokkinum.
Løgmaður sigur í stuttari viðmerking, at hetta er eitt innanhýsis kjak í Fólkaflokkinum, og ætlar sær als ikki at taka áheitanina frá tingmanninum til eftirtektar. Hann hevur fult álit á samgonguni, og hevur ongar ætlanir um at umskipa samgonguna.