Løgmaður setir seg á málið

Samgongutinglimir hava bundið seg til, at andstøðuuppskot skulu viðgerast í samgonguni, sum síðani tekur eina felags støðu. Mín høvuðsuppgáva er at tryggja, at samgonguskjalið verður hildið. Og eg kann bara staðfesta, at hetta málið er ikki partur av samgonguskjalinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen

Tað verður ikki upp til hvønn einstakan løgtingslim at taka støðu út frá síni sannføring, nú málið um at loyva samkyndum at giftast borgarliga kemur til viðgerðar í løgtinginum.
Kaj Leo Holm Johannesen er avgjørdur í spurninginum um, hvussu samgongan tekur ímóti uppskotinum frá Poul Michelsen, Rigmor Dam og Bjørt Samuelsen.
- Í samgonguni hava vit avtalað, at tá andstøðan kemur við uppskotum, ið kunnu seta samgongustevið í vanda, so skulu hesi uppskot viðgerast í samgonguni fyrst. Mín uppgáva sum samgonguleiðari er at tryggja, at vit fylgja samgonguskjalinum. Og eg kann bara staðfesta, at hetta andstøðuuppskotið er ikki við í samgonguskjalinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Spurdur beinleiðis, um hann sum samgonguleiðari fer at nokta sínum samgongulimum at atkvøða fyri uppskotinum um at loyva samkyndum at giftast borgarliga, svarar løgmaður avgjørdur:
- Vit hava eitt samgonguskjal at arbeiða út frá. Og hetta málið er ikki partur av samgonguskjalinum. Talan er um eitt uppskot frá andstøðuni, og tí fara vit í samgonguni at viðgera tað og taka eina felags støðu.
Løgmaður endurtekur fleiri ferðir, at málið er ikki partur av samgonguskjalinum. Og hóast málið av summum verður roknað sum eitt ”etiskt mál”, har løgtingslimir kunnu atkvøða frítt eftir síni sannføring, so eru tær spælireglurnar ikki galdandi í hesum málinum:
- Nei, tað verður ikki talan um at fríttstilla samgongulimir. Samgongan kemur at tosa saman og taka eina felags støðu til málið, sigur løgmaður og endurtekur, at málið ikki er partur av samgonguskjalinum.

Disciplin
Hóast Kaj Leo Holm Johannesen persónliga hevur givið til kennar eina liberala støðu til rættindi hjá samkyndum, so metir løgmaður ikki, at hansara persónliga støða hevur týdning.
- Nei, mín persónliga støða er irrelevant í dag. Eg taki fult undir við at samkynd skulu hava somu rættindi sum onnur. Tað gjørdi eg longu greitt í 2002. Men nú havi eg eitt samgonguskjal at halda meg til. Og sum løgmaður er tað mín uppgáva at tryggja stevið í samgonguni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Løgmaður hevur hug at ilskast inn á teir tríggjar løgtingslimirnar, sum nú leggja uppskotið fram.
- Hesi fólkini leggja ikki uppskotið fram, tá tey eru í samgongu. Hví gera tey ikki tað, spyr løgmaður og svarar sjálvur:
- Tað er væl helst tí, at tey tá hava somu atlit at taka, sum vit í samgonguni hava ídag.
Løgmaður sigur seg tí ivast í motivinum hjá teimum trimum løgtingslimunum fyri at leggja uppskotið fram júst nú.
- Ja, eg ivist í motivinum, staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen og vísir enn einaferð til tann politiska veruleikan, sum eftir hansara tykki gera slík mál so trupul.