Løgmaður setir Regatta

Føroya løgmaður setir Atlantic Airways Færø Regatta, sum verður í Ishøj leygardagin. Sjálvt tiltakið byrjar klokkan 11.00, tá øll savnast við felagshúsið Neystið. Fimm korter seinni setir Kaj Leo Johannesen tiltaki, sum varar til klokkan fýra um morgunin, tá dansurin við The Reverends endar. Tað er føroyska róðrarfelagið í Ishøj, Neystið, ið skipar fyri Færø Regatta. Fleiri upplýsingar um tiltaki eru til taks á www.neystid.dk.