Aling
Tað var løgmaður, Kaj Leo Johannesen, sum setti aðalfundin hjá evropeiskum alarum í felagnum FEAP, sum hildin varð í Føroyum seinasta fríggjadag og leygardag.
Aðalfundurin varð settur fríggjamorgunin, og í síni setanarrøðu vísti løgmaður á, at umstøðurnar hjá føroyskari fiskaaling nærum eru fullkomnar, at føroyska alivinnan er burðardygg, bæði lívfrøðiliga og fíggjarliga. Hann segði, at hóast føroyska alivinnan var fyri stórum fíggjarligum bakkøstum fyri fáum árum síðan, hevur vinnan megnað at reist seg aftur og stendur í dag fyri 22% av føroyska útflutninginum.
Løgmaður segði, at tað var við gleði og stoltleika yvir, at aðalfundurin hjá FEAP nú liggur í Føroyum, at hann nú fekk høvið at seta henda fund.
- Søgan um føroyska fiskaaling hevur bert 30 ár á baki, og í dag verða neyv atlit tikin til umstøður og umhvørvi, soleiðis at fiskurin kann trívast so væl sum tilber.
Løgmaður segði, at umstøðurnar til fiskaaling í Føroyum næstan eru fullkomnar, sum hann tók til, og tá segði hann seg serliga hava hitaviðurskiftini í sjónum kring um Føroyar í huga.
Hann tók eisini í aftur søguna, hvussu føroyska alivinnan byrjaði við nógvum alarum og um tað prísgrundarlag, sum tá var. Prísirnir í byrjanini fyri alda fiskin vóru nógv hægri, enn teir eru í dag, eins og vit í dag hava nógv færri feløg, sum standa aftanfyri alingina.
Løgmaður vísti á, at føroyska alivinnan í ár fer at framleiða umleið 50.000 tons, og at henda vinna soleiðis hevur stóran týdning – og er eitt stórt aktiv - fyri okkara samfelag, bæði tá ræður um útflutningsvirði og tey arbeiðspláss, sum henda vinna skapar kring um í landinum.
- Útlit eru til, at alivinnan fer at standa fyri einum uppaftur størri parti av útflutningsvirðinum, enn hon ger í dag.
Kaj Leo segði seg hava heft seg við, at skráin fyri aðalfundin hjá FEAP snýr seg um umhvørvi, frískan fisk og marknaðarstøðuna, sum alt eru mál, ið hava stóran týdning fyri hesa vinnu.
Løgmaður segði seg fegnast um, at føroyska alivinnan eftir stævin ár við sjúku og afturgongd, hevði megnað at fótað sær aftur eftir lutfalsliga stuttari tíð.
- Hetta vísir, hvussu alivinnan í Føroyum veruliga vil nakað, legði Kaj Leo Johannesen aftrat, tá hann setti aðalfundin hjá FEAP seinasta fríggjamorgun.