Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur í dag sent Margretu drotning eina føðingardagsheilsan á hennara 80 ára degi. Orsakað av koronakreppuni má gávan frá løgtinginum og landsstýrinum bíða, hóast gávan er fingin til høldar.
– Tað hevði verið ynskiligt, at umstøðurnar vóru øðrvísi, soleiðis at til bar at hátíðarhalda tygum á rættan hátt, sigur Bárður á Steig Nielsen í føðingardagsheilsanini, har hann eisini nýtir høvið at bera fram evnini hjá Margretu drotning at savna ríkið fyri at basa koronasmittuni.
Sosial frástøða er í hesum døgum galdandi fyri øll - eisini tey kongaligu. Tí verður eingin gáva handað á hesum sinni. Men løgmaður vónar, at møguleiki verður fyri hesum eina aðra ferð.
– Okkara vón er, at vit fáa møguleikan at handa tygum gávuna til nærri hóskandi høvi, tá umstøðurnar vónandi aftur loyva tí. Í dag fara Føroyar at luttaka í hátíðarhaldi tygara umvegis sjónvarpið og sameinandi fjálgandi felagssangin, sum býr í føroysku og donsku fólkasálini. Vit ynskja tygum ein minniligan dag saman við tygara kæru og eitt gott kvøld, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í føðingardagsheilsan til Margretu drotning á 80 ára degnum.