Løgmaður samdur við Atla Dam

Í samrøðu við Ekstrablaðið fyrr í vikuni sigur fyrrverandi løgmaður Atli Dam seg bera ótta fyri gongdini í eini føroyskari oljuvinnu. Hann sigur seg m.a.bera ótta fyri, at føroyingar ikki fara at duga at handfara møguligar oljuinntøkur á rættan hátt.

 


Oljuvinna


-Sum politikari kann tað vera torført at skula leggja rygg til at seta hesar mongu pengar á eitt trygt stað, soleiðis at teir kunnu verða við til at loysa nakrar av framtíðar trupulleikunum sigur Atli Dam.


Núverandi løgmaður Anfinn Kallsberg sigur seg vera fullkomiliga samdan við Atla Dam í hesum máli: -Eg havi eisini nevnt hetta bæði í míni løgmansrøðu og ikki minst í nýggjársrøðuni: at tað er ikki bara at gilt síða. Men at vit skulu verða fyrireikað uppá at syrjga fyri at fóta okkum mentanarliga og ikki minst fíggjarliga, um tað skuldi hent, at vit fingu eina virkna oljuvinnu.


Anfinn Kallsberg heldur sjálvur, at hetta landsstýrið hevur ikki tikið til óráð í fyrireikingunum til eina komandi oljuvinnu: -Vit hava arbeitt soleiðis í landsstýrinum, sum um at tað kemur ein oljuvinna, men hinvegin hava vit lagt tingini til rættis reint búskaparliga, at fáa vit eina oljuvinnu, so eru vit fyrireikaðir uppá, at pengarnir skulu ikki oyðileggja tað føroyska samfelagið og búskapin her. Eg havi tí heldur ikki gjørt mær nakrar tankar um inntøkur frá oljuvinnuni, nú vit als ikki vita, um olja er her og í nóg stórum mongum, at lønandi framleiðsla kann fara í gongd. Men koma inntøkur frá eini slíkari vinnu, so er tað gott, og tá mugu vit verða fyrireikað uppá, at tær koma føroyingum til góðar í allari framtíð. So her eri eg púra samdur við fyrrverandi løgmann Atla Dam.