Løgmaður sýnir samkenslu

Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur sent amerikanska forsetanum samkenslufjarrit í sambandi við yvirgangsatsóknirnar móti USA

 

? Føroyska fólkið ynskir at sýna tær og amerikanska fólkinum okkara djúpastu í sambandi við yvirgangsatsóknirnar. Eg ynski tær, harra forseti, og øllum fólkinum í USA Guðs signing og styrki í komandi tíðum.

Soleiðis sigur Anfinn Kallsberg, Føroya Løgmaður, millum annað í samkenslufjarriti til George W. Bush, forseta USA.