- Eg ivist í, um upplýsingarnar frá Landsverki eru rættar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, nú landsstýrismaðurin í Innlendismálum ikki gav tingmonnum allar upplýsingarnar um kostnaðin í samband við Skálafjarðartunnilin.
Í gjár gjørdist greitt, at landsstýrismaðurin í Innlendismálum, Kári P. Højgaard, ikki gav tingmonnunum, Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen, allar upplýsingarnar frá Landsverki, tá ið hann svaraði teirra §52 spurningar um kostnaðir í samband við Skálafjarðartunnilin.
Sambært lógini um Ábyrgd Landsstýrismanna er tað skyldan hjá landsstýrinum at geva víðari allar upplýsingar til Løgtingið, tá ið mál vera viðgjørd.
Hóast landsstýrismaðurin í Innlendismálum altso ikki hevur givið allar upplýsingar víðari frá Landsverki til Løgtingið, so heldur løgmaður ikki, at hetta er ein trupulleiki, hóast hann vísir á, at meginreglan er, at allar upplýsingar frá stovnum skulu víðari til tingið.
- Eg ivist í, um upplýsingarnar frá Landsverki eru rættar, og tað kundi verið áhugavert at frætt hvussu Landsverk kemur fram til hesi tølini, sigur løgmaður.
Hoyr meira um hetta málið í tíðindunum á Rás2 klokkan 17.00.










