Løgmaður roynir nýggjar leiðir

Jóannes Eidesgaard hevur í kvøld slitið samráðingarnar við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Javnaðarflokkurin hevur samstundis sent boð eftir Tjóðveldi og Miðflokkinum Tá Jóannes Eidesgaard kom til Havnar við Smyrli klokkan hálvgum seks í kvøld, gav hann formonnunum í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum boð um, at samráðingarnar millum ABC-flokkarnar halda uppat.

Jóannes Eidesgaard segði við Rás 2 í kvøld, at hann hevur valt at royna nýggjar leiðir orsakað av tí naggatódn, sum hevur verið í samráðingunum seinastu dagarnar.

Flokkarnir hava viðgjørt uppskotið hjá Sambandsflokkinum um búskapargrunn seinastu mongu dagarnar uttan at koma stórvegis víðari.

Jóannes Eidesgaard segði við Rás 2, at ósemja var um, hvussu nógvan pening, løgtingið skal binda í ein búskapargrunn. Løgmaður ber ótta fyri, at um ov nógvur peningur verður bundin í ein grunn, kann hetta skerja møguleikarnar hjá politikarum at loysa meira bráfeingis trupulleikar í dagsins samfelag.

Kaj Leo Johannesen metti hinvegin, at tað var okkurt annað, sum í veruleikanum lá í buktini. Hann nevndi í hesum viðfangi fiskivinnuøkið, har serliga Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin er ósamdir.

Spurdur hvat hann væntaði at fáa burturúr samráðingunum við Tjóðveldi og Miðflokkin, segði løgmaður, at hesir flokkar møguliga hava meira at samstarva um á tí sosiala økinum. Hann sendi eisini eina kontanta heilsan til Høgna Hoydal.

- Tjóðveldi veit, at loysingina fáa tey ikki hjá Javnaðarflokkinum.