Løgmaður: Rigmor hevur einki skeivt gjørt

Løgmaður hevur nú havt orðið í samband við misálitið, sum andstøðan hevur reist á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum.

 

Løgmaður nýtti sína tíð at gera greitt, hvussu niðurstøðan hjá Mentamálaráðnum skal skiljast.

- Tíðindaleiðarin er ikki settur í starv aftur. Niðurstøðan hjá mentamálaráðnum er, at avgerðin hjá stjóranum bleiv ógyldað. Tað vil siga, at rættarstøðan er óbroytt, sigur Aksel V. Johannesen. Liljan Weihe bleiv tí ikki sett í starv sum tíðindaleiðari aftur, heldur skal avgerðin skiljast sum at hon ongantíð bleiv uppsøgd.

 

- Rigmor Dam hevur tí ikki lagt seg út í málið. Hon hevur latið løgfrøðingarnar í fyrisitingini koma til eina niðurstøðu, segði løgmaður.

 

Hann heldur tí ikki, at nakað grundarlag er fyri at reisa misálit á landsstýriskvinnuna.

- Landsstýriskvinnan hevur ikki gjørt nakað løgfrøðiligt skeivt og landsstýriskvinnan hevur heldur ikki gjørt nakað politiskt skeivt. Tí er eingin orsøk at samtykkja hetta misálitið á landsstýriskvinnuna. Tað kann væl vera, at tingfólk eru ósamdir í avgerðini, men tað er ikki grundarlag fyri at reisa misálit á landsstýriskvinnuna, sigur løgmaður.