Løgmaður ovfarin av Nyrup

Anfinn Kallsberg skilir ikki pástandin hjá Poul Nyrup Rasmussen um, at teir báðir hava avtalað at samráðast um nýggja heimastýrisskipan. Løgmaður staðfestir einaferð enn, at aðalmál landsstýrisins er fullveldi

Brævið, sum Poul Nyrup Rasmussen sendi løgmanni hósdagin, hevur ført til rættuliga ørkymlan í Tinganesi.

Í brævinum sigur danski forsætisráðharrin, at løgmaður á fundi í Reykjavík 5. november hevur skotið upp, at landsstýrið og danska stjórnin skulu samráðast um eina nýggja heimastýrisskipan. Og í sama sambandi ger danski forsætisráðharrin greitt, at hetta merkir, at bæði fólkarættarliga og statsrættarliga støða føroyinga verður verandi tann sama.

Hetta kann løgmaður als ikki góðtaka, tí sambært honum er einki samsvar millum hesa útmelding og tað, sum hann og danski forsætisráðharrin tosaðu um á fundinum í Reykjavík 5. november.

? Eg eri líka ovfarin av brævinum sum øll onnur. Eg veit ikki, um danski forsætisráðharrin ætlar at fáa øði í grindina einaferð afturat, ella hann ætlar at seta kílar inn millum flokkarnar í Føroyum, sigur Anfinn Kallsberg


Ætlanin heldur fram

Hóast brævið frá danska forsætisráðharranum ger løgmaður greitt, at landsstýrið framvegis arbeiðir eftir tí leistinum, sum landsstýrið kunnaði um á tíðindafundi 2. november. Landsstýrið ætlar framvegis at tøma heimastýrislógina, avlaga blokkin og at enda at halda fólkaatkvøðu um eina føroyska grundlóg.

Hetta ger løgmaður eisini danska forsætisráðharranum greitt í einum skrivligum svari, sum hann eisini hevur sent fjølmiðlunum.

Í bævinum til danska forsætisráðharran vísir løgmaður í trimum punktum á, hvørjar ætlanirnar hjá landsstýrinum eru.

Í fyrsta punkti ger løgmaður greitt, at landsstýrið vil hava heimastýrislógina broytta, soleiðis at tað ber til at taka yvir øll mál uttan uttanríkismál, verjumál, heimarætt og hægstarætt.

Í øðrum punkti sigur løgmaður, at landsstýrið vil hava partarnar at skriva undir eina yvirlýsing, har teir siga seg góðtaka eitt ynski frá føroyska fólkinum um fult sjálvræði.

Í triðja punktinum sigur løgmaður, at hann vil hava ein sáttmála um at niðurlaga donsku heildarveitingina.

Í sambandi við hetta vísir løgmaður á, at vit skulu hava eina fólkatkvøðu um fullveldi, tá øll málsøki eru yvirtikin og blokkstuðulin er avlagaður.


Taka fullveldi

Løgmaður er bangin fyri, at danski forsætisráðharrin við brævinum hósdagin aftur er farin at royna at grugga málið um føroyskt fullveldi í fjølmiðlunum. Men løgmaður ætlar sær kortini at royna at halda fram við ætlanum landsstýrissins.

Ber tað tó ikki til at gjøgnumføra ætlanina, heldur løgmaður, at føroyingar mugu fara at umhugsa at taka fullveli sjálvir.