Sofus Debes Johannesen
------
Síggi á Facebook, at løgmaður er ikki nøgdur við røðurnar, ið vóru hildnar á Vaglinum 1. mai.
Hoyrdi tær ikki sjálvur, tí eg var á veg til Danmarkar tá, so eg skal ikki taka støðu til tær ella orðavalið, ið nýtt var.
Men Harra Løgmaður, hvat hevði tú roknað við?
Hevur tú og samgongan hjá tær síðani seinasta løgtingsval uppiborið tað stóru virðingina?
Arbeiðaradagurin 1. mai er dagurin hjá teimum, sum ikki fáa lut í skattalættanum, sum løgmaður og hansara samgonga lat vælbjargaðu borgarum okkara. So hevði løgmaður roknað við at fáa tøkk fyri flatskattin á arbeiðaradegnum 1. mai?
Sjálvandi átti hann ikki at roknað við tí. Tí arbeiðararnir eru jú tey fólkini, sum løgmaður og hini á ovastu rók skvøtta niður á við sínum politikki!
Arbeiðararnir eru jú tey, ið skulu gjalda fyri skattalættan, sum løgmaður og samgongan gevur sær og sínum!
Og sum um tað ikki var nóg mikið: Nú skal pensiónsaldurin hækka, so útarmaði landskassin, ið nú ikki fær sínar inntøkur orsakað av skattalættanum, sum løgmaður og samgongan góvu sær sjálvum við flatskattinum, heinta pengarnar inn aftur við at nokta fólki pensión, tá tey gerast 67 ár. Pensiónsaldurin skal hækka við bæði einum og tveimum árum næstu árini, sambært løgmanni og hansara samgongu.
Harvið sleppur landskassin undan nøkrum útreiðslum til pensión, men við verandi arbeiðsloysi, so verður tað bara ALS, sum fær størri útreiðsur!
Hevði tú væntað tær rós 1. mai, harra løgmaður?
Sum nevnt fyrr, so hoyrdi eg ikki røðurnar á Vaglinum, so eg skal ikki taka støðu til orðalagið, men um tað var heldur bondskt, er tað nakað at siga til? Hava ikki júst arbeiðararnir orsøk til at taka harðliga til orðanna móti løgmanni og hansara samgongu, sum so skammiliga hava traðka á tey?
Eg taki í hvussu er undir við teimum, sum eru misnøgd (hóast eg haldi, at vit skulu nýta virðiligan málburð).
Tað er ongantíð ov skjótt, at vit sleppa av við vanlukkustýrið, ið vit hava nú, og tað átti tú at skilt, harra løgmaður! Tað er mark fyri, hvussu nógv man kan traðka á vanlig fólk, ið hava ilt við at fáa dagligdagin at hanga saman, fyri at tit á ovastu rók kunnu fáa stóran skattalætta at leggja oman á tykkara yvirflóð!
Leggið frá tykkum, ongantíð ov skjótt!
Á flatlondum Arbeiðardagin 2012