Løgmaður og Stoltenberg eiga at loysa makrelstríðið

Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður hjá Sambandsflokkinum.

Hann heldur, at negativa útsøgnin hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum er órógvandi.

– Úttalilsi hansara fyrradagin í Útvarpinum benda á, at hann hevur hug at síggja trupulleikar fram um møguleikar. Man landsstýrismaðurin ikki í nóg stóran mun trúgva uppá føroysku argumentatiónina? Tað er hóast alt hon, ið skal flyta samráðingarnar munandi okkara veg, sigur Edmund Joensen.

Edmund Joensen heldur, at Føroyar hava eina góða sak. Men at her krevst realpolitiskur vilja og gott hegni fyri at koma á mál.

– Løgmaður og Stoltenberg standa sjálvandi við síni orð. Um landsstýrismaðurin og ráðharrin koma til kort, so skal makrelsamráðingin flytast longur upp eftir politiska stiganum, tvs. upp til løgmann og norska uttanríkisráðharran. Helst verður tað endin, heldur Edmund Joensen.

Hann heldur, at sannleikans tími er komin fyri fiskivinnupolitikkin hjá hesi samgonguni.

– Hóskandi kundi løgmaður við tað høvið boðið íslendska uttanríkisráðharranum og ES-kommisserinum í fiskivinnumálum, Mariu Damanaki, við til samráðingarnar, so semja kann røkkast saman við hinum strandalondunum. Slíkar samráðingar eiga at verða her í Føroyum, heldur Edmund Joensen.